Klaksvíkar bókasavn

Klaksvíkar Bókasavn er fólkabókasavn og er í tveimum hølum - bókasavnið við barnadeild, ungdomsdeild, bókum til vaksin og lesistovu. Bókasavnið er opið frá kl. 10.00 til 18.00. Hitt hølið er barnabókasavn til tey smáu við myndabøkum og nógvum at spæla við, hesi hølini eru opin frá kl. 10.00 til 17.00. 

Hvat kanst tú lána á bókasavninum?

  • Skaldsøgur til børn og vaksin bæði á føroyskum, donskum og enskum
  • Myndabøkur til tey smærri børnini
  • Ljóðbøkur (føroyskar bøkur lisnar inn á fløgu/MP3)
  • Yrkisbøkur til børn og vaksin
  • Nógv ymisk tíðarrit bæði til børn og vaksin
  • Filmar til børn og vaksin
  • Vit bjóða eisini tænastur, har til ber at lurta og lesa e-bøkur ella síggja filmar.

Tað ber til at bíleggja bøkur, ið eru útlæntar. Er talan um eina ávísa bók, ið bókasavnið ikki eigur ella eitt evni, ið einki er um, bíleggja vit frá øðrum bókasøvnum.

Hvønn dag fær bókasavnið tey føroysku dagbløðini og harafturat donsk dagbløð. Øll tey føroysku dagbløðini verða goymd og tískil er møguleiki at leita í gomlum bløðum.

Bókasavnið hevur teldur tøkar, so til bera at fara á internetið.

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?