Seks bøkur til ung:
Vit hava funnið seks ymiskar og góðar bøkur til tín, sum leitar eftir einari góðari bók.

 

Summarið, tá alt hendi
Iben Akerlie

 Abbas flennir, og allar tenninar síggjast. Og knappiliga tosa vit um allar serskøltarnar, vit vita um, áðrenn vit tosa um okkara yndisrættir, eina bók, vit bæði hava lisið, ymisk sløg av sodavatni, og tað hendir seg ikki, at eg blívi illa við, tí at tosa við Abbas er knappliga blivið tað mest natúrliga og lættasta í heiminum.

Nora skal á heimsins keðiligastu summarferiu hjá ommuni á bygd, men summarferian verður alt annað enn keðilig. Hon møtir Abbas, sum hevur tey grønastu eyguni, og sum ger, at hon blívur púra fjákut. Nora finnur eisini útav, at omman hevur arbeitt í Afganistan, og at tað er okkurt, sum hon ikki vil fortelja.

 Sólarris á heystingardegi
Suzanne Collins

 Eitur. Tað er tað, sum rennur í hesum løkinum. Eg trýsti hondina ímóti búkinum, greiður yvir, at tað, eg helt vera vatnstingir, er ov hvast og brennandi. Eg stingi beinavegin fingurin niður í hálsin og klári at hosta eitt sindur av sýru upp, áðrenn eg minnist, at hetta ikki altíð er besti mátin at handfara eitur. Tað kann skaða eins nógv á veg upp og á veg niður. Eitt móteitur er tað besta, sum tað, Snow forseti hevði í lummanum. Men eg havi einki móteitur.

 Navnið á Haymitch Abernathy verður rópt, og hann verður skryktur frá familjuni og gentuni, sum hann elskar. Hann skal til Capitol saman við trimum bøtarum úr Sýslu 12, og tá leikirnir fara í gongd, skilir Haymitch, at hann stendur til at tapa. Men okkurt inni í honum stríðist ímóti…

Dem vi var den nat
Kim Fupz Aakeson

”Jeg har slettet den, du var ligesom totalt oppe at køre.”
”Hvad betyder det han sagde?”
Bobbi sukker og knipser smøgen væk. ”Jeg nåede at sende den til ham inden jeg slettede den.”

Vinirnir eru farnir í veitslu, og nógv verður drukkið. Kanska ov nógv. Høvuðspersónurin hittir Petru, sum hann heldur vera fitta, og tey fara í eitt kamar saman. Dagin eftir vaknar hann, og minnist, at okkurt hendi, sum ikki skuldi henda. Bókin snýr seg um veitslur, vinir og um støður, sum fara ov langt.

Lord of the Flies
William Golding (Graphic Novel)

Det hele er ved at falde fra hinanden. Jeg forstår ikke hvorfor. Det begyndte så godt. Vi var glade. Men så…Prøv at tælle! Hvor mange er vi? Og alligevel kan vi ikke holde et bål i gang og lave røg.

Eitt flogfar dettur niður á eina tropiska oyggj. Tey einastu sum yvirliva eru nakrir ungir dreingir. Teir njóta fríheitina, fruktirnar og vøkru oydna, og saman royna teir at byggja eitt samfelag, men hetta er lættari sagt enn gjørt. Klandur, ósemja og harðskap veksur millum dreingirnar, og vónin um at blíva bjargaðir, gerst stór.

Lortaposi
Xena Knox

”Eg segði tað við teg. Eg eri Lortaposi nú. Tú skalt bara kalla meg Lortaposi.”
”Tú ert sanniliga full av lorti,” mutlar mamma og setur eina dós av sukurfríari kola á køksborðið til Morven og so eina til mín. 

Freya smellur um, og vaknar við einum stomiposa á búkinum. Tað perfekta summarið fer í vesikummuna, og í staðin fyri at hugna sær við vinum í Portugal, verður hon send á eina legu fyri børn og ung við tarmsjúkum. Kann tað blíva verri? Har er tó ein drongur á leguni, sum sær ígjøgnum hennara nýggja verumáta.

Fireborn: Twelve and the Frozen Forest
Aisling Fowler

Twelve didn’t know which to fear more: whatever creature was nearby, or the crumbling ceiling that might crush her at any moment.

Bókin snýr seg um foreldraleysu gentuna, Twelve, sum skal gerast veiðufólk. Hon hevur ikki nógvar vinir, men Seven dámar hana sera væl. Tó heldur Twelve, at Seven ikki er nóg dugnalig. Ein dagin verður Seven rænd, og Twelve setir sær fyri at bjarga henni. Hon samlar ein veiðubólk saman, og tey gera eina roynd, men finna tey Seven? Ella er okkurt ræðuligt í tí frysta skóginum?

Finn tilfar á Klaksvíkar bókasavni

Leita
Endurnýggja lán
Visti tú at tað er møguligt at endurnýggja lánið á netinum?