Reglugerð fyri nýtslu av internetinum
- Øll kunnu nýta internettelduna.
- Hvør lánari kann nýta telduna 1 tíma í senn.
- Sigast skal frá hjá starvsfólkunum, tá ið tú kemur, so verður tú skrivaður á listan.
Til ber at biðja um tíð til internetið frammanundan.
- Ætlar tú at taka nakað niður úr internetinum, skalt tú nýta diskar/fløgur, sum fáast til keyps á
bókasavninum fyri 10 kr.. Tað er ikki loyvt at nýta egnar diskar/fløgur.
- Tað ber til at prenta út, og kostar tað 1 kr. fyri síðuna.
- Friðarligt skal verða við telduna.
- Ikki er loyvt at eta og drekka, meðan ein situr við telduna.
- Ikki er loyvt at broyta uppsetingar ella at taka niður fílar uttan loyvi.
- Um ásettu reglur fyri nýtslu av internetinum ikki verða fylgdar, kann loyvi at nýta internetið verða tikið.