leita  
 

Lesiringurin 
Lesiringurin hittist aftur 24. januar 2012 kl. 19.30 at tosa um stuttsøgusavnið "Rottan" hjá Sólrún Michelsen. Komið og verið við, bókasavnið hevur fleiri eintøk av bókini.

 

Stórur vøkstur í útláninum á Klaksvíkar bókasavni 

Útlánið á Klaksvíkar bókasavni hevur ongantíð verið so høgt sum í 2011. Í farna ári vóru 28602 bøkur læntar út, og er hetta met hjá bókasavninum. Samanborið við 2010 eru 1600 bøkur meira læntar út í 2011.
Á bókasavninum hava tey merkt, at tað hevur verið meira at gjørt í fjør í mun til onnur ár. Serliga í samband við uppgávur hjá miðnáms- og fólkaskúlanæmingum, men eisini í heila tikið hava fleiri vitjanir verið í ár, og hetta fegnast tey um á bókasavninum.
Undirsjóvartunnulin ger, at eisini nógv fólk úr Eysturoynni og aðrastaðni í landinum koma at lána á Klaksvíkar bókasavni.

 

 

 


 

 

 

 

 

 

Heim - Klaksvíkar Bókasavn Send ein teldupost Skjót leiting